Tíðindi og áminningar

mynd 
23-04-2010
IRF havt aðalfund
Í 2009 tók IRF ímóti 7,8% færri rúmmetrum av burturkasti enn í 2008. Bruttoúrslitið gjørdist 40,7 mió. kr, sum er 2,5 mió. kr betri enn í 2008. Rakstrarúrslitið gjørdist eitt hall á 147 tús. kr, sum er 2,2 mió. kr verri enn í 2008. Fíggjarstøðan javnvigar við 122,3 mió. kr í 2009 móti 107,2 mió. kr í 2008.
mynd 
12-02-2010
Nøgdin av burturkasti í 2009
Heilt frá fyrsta ársfjórðingi í 2009 sást, at nøgdin av burturkasti helst fór at vera minni í 2009 enn í 2008. IRF tók ímóti góðum 145.000 rúmmetrum av burturkasti í 2009. Tað eru 7,8 % færri inn í 2008.
mynd 
02-12-2009
Rúmdarburturkast
Tað er ikki bara á landi og í høvunum, at burturkast hópast upp. Eisini í rúmdini er stóra økingin av burturkasti ein vaksandi trupulleiki. Síðani granskingin av rúmdini við fylgisveinum byrjaði í 1957, eru meira enn 4.000 fylgisveinar sendir upp. Í dag sveima umleið 450 virknir fylgisveinar kring jørðina, sum verða brúktir til alt millum hernaðarlig endamál og til at fólk, sum ganga í fjøllunum, kunnu finna út av, hvar tey eru.
IRF - Telefon: 41 42 43 - Telefax: 41 42 44 - Postboks 39 - FO-520 Leirvík - irf@irf.fo